7. Abortguff fyri danskarar, føroyingurin í Michael Learns To Rock og LGBT’arar fyri ógvusligum álopum

Release Date:

Danska TV2 hevur gjørt eina stuttrøð um abortviðurskiftini í Føroyum, men er talan um annað enn abortguff fyri danskarar? Vit tosa eisini um, at ein LGBT-persónur varð álopin í Reykjavík í sambandi við eina LGBT-ráðstevnum, sum var har - og at LGBT-persónar í Føroyum eisini eru fyri ógvusligum ágangi, hóast tað ikki verður tosað so hart um tað. At enda í poddvarpinum krýpur Rólant til krossin og viðgongur, at hann er Michael Learns To Rock-fjeppari - og so kemur fram, at tað er ein føroyingur, sum hevur framleitt nøkur av størstu hittunum MLTR, sum í 1995 yvirhálaði Michael Jackson, sum best seljandi útlendski bólkur nakrantíð.   Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, nevndarlimur í LGBT Føroyar, Uni Leitisstein Hansen, netredaktørur í Kringvarpi Føroya, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.   Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.

7. Abortguff fyri danskarar, føroyingurin í Michael Learns To Rock og LGBT’arar fyri ógvusligum álopum

Title
7. Abortguff fyri danskarar, føroyingurin í Michael Learns To Rock og LGBT’arar fyri ógvusligum álopum
Copyright
Release Date

flashback