54. Frá Naser Khader til Oasis

Release Date:

Frímælt hevur ymisk evni á skránni, nú Naser Khader kemur til Føroya at vitja, Oasis hava funnið saman aftur og føroyskur tónleikur ríður á einum aldukambi. Tí meðan Naser Khader er óynsktur nógva staðn í Danmark, so seta vit í Føroyum bæði kirkju- og hotellhurðar upp, nú umstríddi maður vitjar. Umstríddir eru teir í Oasis eisini - ikki minst nú teir hava boðað frá, at teir finna saman aftur til nakrar konsertir í 2025. Og nú vit eru við konsertirnar, so stendur føroyskur tónleikur í fagrasta blóma.  Alt hetta verður vent í Frímælt og meira við, har gestirnir eru Laura Apol, listamiðlari í Listasavni Føroya, Mikael Blak, tónleikari, og Uni Leitisstein Hansen, vertur í Leitisstein og Plátupanelinum í Kringvarpi Føroya. Rólant Waag Dam er vertur.  See omnystudio.com/listener for privacy information.

54. Frá Naser Khader til Oasis

Title
54. Frá Naser Khader til Oasis
Copyright
Release Date

flashback