43. Ein hondbóltsstjørna tosar um eitt tabu

Release Date:

Landsliðsleikarin í hondbólti Rói Berg Hansen vitjar Frímælt og fortelur, hvussu hann hevur stríðst við strongd og tunglyndi, men nú er við at koma fyri seg aftur. Tað greiddi hann frá í Blaðnum farna vikuskiftið - og nú fortelur hann somu søgu í Frímælt. Vit tosa eisini um Voxbotn, sum er endað í eini truplari støðu, tí The Antonelli Orchestra, sum skal spæla á Voxbotn, er endað í einum ódnarveðri í Danmark, tí Claus Antonsen, kapellmeistari í The Antonelli Orchestra, hevur verið sexistiskur og er farin út um mark í bæði orðum og gerðum í sambandi við upptøkurnar til Toppen af poppen á TV2. Men eisini í Føroyum hevur Claus Antonsen uppført seg illa og traðkað fleiri føroyskar tónleikarar á tærnar. Mads Brügger, Fótbóltsprát og ein søguligur býtúrur hjá einum fyrrverandi føroyskum landsliðsvenjara eru eisini millum evnini í dagsins sending. Gestir eru Rói Berg Hansen, hondbóltsspælari, Anna Poulsen, búskaparfrøðingur, og Kristinn Vang, stjórnmálafrøðingur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.

43. Ein hondbóltsstjørna tosar um eitt tabu

Title
43. Ein hondbóltsstjørna tosar um eitt tabu
Copyright
Release Date

flashback