41. Svarti svanin og eitt sindur av hassji

Release Date:

Stórur partur av Frímælt hesa ferð fer við nýggju dokumentarrøðini á TV 2, Den sorte svane, har Mads Brügger, sum eisini er ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, fortelur eina søgu um brotsverk í øllum samfelagsløgum í Danmark. Alt frá rokkarum í Bandidos til toppadvokatar og trygdarstjórar eru sósaðir saman í hesum heimildarfilmunum, sum er ótrúligir upp á allar mátar. At KOKS ikki fekk nakrar Michelin-stjørnur er eisini nakað, vit venda í Frímælt hesa ferð, og so hoyra vit eina nemandi søgu um eina unga kvinnu, sum fekk abort sum 16 ára gomul, men sum 20 ár seinni kendi seg noydda at tala at orðaskiftinum í løgtinginum.  Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, sum um dagarnar hevur fortalt hesa søguna í Femina, fortelur hana nú í Frímælt. Og so byrjar parturin eisini við einum spurningi um hassj. Gestir í Frímælt eru Anna Poulsen, búskaparfrøðingur, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, pedagogur og rithøvundur, og Kristinn Vang, fulltrúi í Skattamálaráðnum. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.

41. Svarti svanin og eitt sindur av hassji

Title
41. Svarti svanin og eitt sindur av hassji
Copyright
Release Date

flashback