35. Menn tosa um at leita sær hjálp

Release Date:

Frímælt hesa ferð er mannað við fýra monnum, tí høvuðsevnið í partinum er sálarheilsa hjá monnum.  Fríði Djurhuus, forsangari í Joe & The Shitboys, hevur skrivað ein sang, sum eitur Please seek help og gjørdi í tí sambandi eitt video, har hann greiddi frá, at hann sjálvur hevur leitað sær professionella hjálp. Vit tosa eisini um lýsingina hjá Nema, sum er eitt spark í skinnabeinið hjá Føroya Tele. Og so spyrja vit, hví Ingmar ikki slapp víðari í fyrsta umfari av Sement, sum var farna vikuskiftið. Umframt Fríða Djurhuus eru Hergeir Staksberg, samskipari í Tórsgøtu og fyriskipari av Sement, og Heri Danielsen, samfelagsfrøðilesandi og partur av Biit, ungdómstoymi Kringvarpsins, gestir í Frímælt. Rólant Waag Dam er vertur.See omnystudio.com/listener for privacy information.

35. Menn tosa um at leita sær hjálp

Title
35. Menn tosa um at leita sær hjálp
Copyright
Release Date

flashback