29. Opið stríð í fólkakirkjuni og nógvar óðar kvinnur

Release Date:

Hví var bispur so óður, tá hann var í útvarpinum og tosaði um eina kæru? Er talan um ein fyrisitingarligan fótfeil ella er kirkjan um at fara í tvívingar? Og hví eru tað so nógv, sum fáa so ilt av, at løgtingskvinnurnar fara til New York? Og høvdu hesar somu kvinnur farið á ráðstevnuna, um hon var í Skåne? Tað tosa vit um í dagsins parti av Frímælt, har vit eisini tosað um farvælheilsanina, ein venjari fekk frá sínum felagi, eitt karaktermorð, sum er óhoyrt - ella hava vit ikki sæð líknandi dømi í Føroyum?  Vit runda eisini spurningin um abort, Saga JAM hjá Høgna Mohr, sum hevur fingið eina virðisløn, og tónleikatiltakið FMA, sum verður um vikuskiftið. Gestir eru Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini á Tjóðsavninum, Elisa Vang, samfelagsfrøðingur, skemtari og aktivistur, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.

29. Opið stríð í fólkakirkjuni og nógvar óðar kvinnur

Title
29. Opið stríð í fólkakirkjuni og nógvar óðar kvinnur
Copyright
Release Date

flashback