2. Christiania, wrestling og ein millión krónur, sum eingin hevur játtað

Release Date:

Fríggjadagsflaggskipið hjá Frihedsbrevet, Frímælt, verður nú ókeypis og atkomiligt fyri øll. Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur. Í Frímælt hesa ferð venda vit wrestling! Tónleikarin Fríði Djurhuus hevur verið á Wembley saman við 81.000 øðrum áskoðarum og hugt eftir wrestling, sum hann kallar list. Vit tosa eisini um, hvussu Tórshavnar kommuna púra tilvildarligt - ella var tað nú tað - gloymdi at senda fýra tey mest týdningarmiklu skjølini, tá tey annars sendu 400 onnur skjøl í einum máli um, at kommunan hevur brúkt eina millión krónur, uttan at hetta er politiskt samtykt. Vit tosa um Christiania, nú Pusher Street enn eina ferð skal lata aftur - og so tosa vit um tónleikapolitikkin í Kringvarpi Føroya, sum var vendur og viðgjørdur í Løkshøll í vikuni. Umframt Fríða Djurhuus úr Joe & The Shitboys eru Uni Leitisstein Hansen, netredaktørur í Kringvarpi Føroya, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet, gestir í Frímælt. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.

2. Christiania, wrestling og ein millión krónur, sum eingin hevur játtað

Title
2. Christiania, wrestling og ein millión krónur, sum eingin hevur játtað
Copyright
Release Date

flashback