15. Eitt lítið sindur um Nardus og nógv um mannin, sum átti allar Mykines-málningarnar

Release Date:

Tveir av journalistunum í Frihedsbrevet vóru nevndir á einum møti hjá Nardus í november. Hvørjir teir eru, er at hoyra í hesum partinum, har vit eisini hoyra, hvør Torkil Mortensen var. Tað var nemliga Torkil Mortensen, sáli, sum hevði keypt stóran part av Mykines-málningunum, sum einkjan Birte Schultz-Lorentzen nú lat Listasavni Føroya. Hesum greiddi vinmaður hansara, Erling Eidesgaard, frá í Frímælt. Vit tosa eisini nógv um tónleik og koma við ymiskum viðmælum. Í partinum verður lovað, at viðmælini skulu standa her - so her it goes. Uni viðmælir millum annað: Big Star við Jesus ChristLiam Gallagher við All You’re Dreaming OfLow við Just like ChristmasSufjan Stevens við That Was The Worst Christmas EverCocteau Twins við Frosty The Snowman Jan Lamhauge heldur, at plátan Christmas In The Heart hjá Bob Dylan er verd at lurta eftir um jólini, meðan Rólant Waag Dam viðmælir Hymns From Nineveh og jólaplátuna Endurance Christmas Time. Umframt tað tosa vit um The Prodigy og ein serligan og ofta bannlýstan sang. Gestir eru Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet, og Uni Leitisstein Hansen, netsamskipari í Kringvarpi Føroya og vertur í sendingini Leitisstein. Vertur í Frímælt er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.

15. Eitt lítið sindur um Nardus og nógv um mannin, sum átti allar Mykines-málningarnar

Title
15. Eitt lítið sindur um Nardus og nógv um mannin, sum átti allar Mykines-málningarnar
Copyright
Release Date

flashback