14. Mikkjal Thomassen, albanski operasangarin og politiskir brotasjógvar

Release Date:

Hvat hendi í rættinum týsdagin og mikudagin, tá málið um Mikkjal Thomassen var fyri? Tað veit Rólant Waag Dam, sum fylgdi rættarmálinum. Hvat var tað, sum hendi, tá føroyski tjóðsangurin varð sungin í Albania mánakvøldið? Tað veit Klæmint Olsen, sum royndi at syngja við. Vit tosa við Klæmint um løtuna, tá menn fóru at smílast - og so spyrja vit Sunleif Rasmussen, tónaskald, um talan var um góðan sang. Vit skifta eisini orð um amerikanska forsetan, sum gjørdist 81 ár í vikuni. Um politisku kreppurnar, sum sitandi samgonga áhaldandi kemur sær í og um Banksy, loyniliga listamannin, sum kanska ikki er so loyniligur longur. Gestir eru Elisa Vang, samfelagsfrøðingur og poddvarpsvertur, Mikael Blak, tónleikari, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.

14. Mikkjal Thomassen, albanski operasangarin og politiskir brotasjógvar

Title
14. Mikkjal Thomassen, albanski operasangarin og politiskir brotasjógvar
Copyright
Release Date

flashback