11. Tá Björk var á konsert hjá 200, og so eitt fornavn og eftirnavn, takk

Veröffentlicht:

Nýggjasti maðurin við borðið í studionum í gamla klædnahandlinum Vogue, har Frihedsbrevet húsast í Havn, fortelur um Iceland Airwaves, har hann hevur spælt fyri Björk og verið til after party við Sigur Rós. Tað ger hann, tí Iceland Airwaves er um vikuskiftið, har fýra føroyskir bólkar spæla. Tað er ikki nóg mikið og ikki nóg gott, tá fjølmiðlar kalla Ruth Vang fyri Ruth. Fornavn og eftirnavn, takk, sigur eitt samt pallborð - ella næstan samt. Vit skifta eisini orð um kvinnustørv, sum eru fyri vanbýti, um nýggjasta og seinasta sangin hjá The Beatles, um Olaf Johannesen og so hoyra vit eisini málið í tí altíð vælupplagda Fríða Djurhuus í Joe & The Shitboys. Gestir eru Mikael Blak, tónleikari, Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Kringvarpi Føroya, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.

11. Tá Björk var á konsert hjá 200, og so eitt fornavn og eftirnavn, takk

Titel
11. Tá Björk var á konsert hjá 200, og so eitt fornavn og eftirnavn, takk
Copyright
Veröffentlicht

flashback